Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2024 11:36

Knút´s fagnaður í Fuglafjarðar kirkju í morgin

Tíðindaskriv

Spennandi konsert við Fuglafjarðar Sangkórið, Eystanljóð og Fuglafjarðar Hornorkestur í Fuglafjarðar kirkju verður í morgin 30. oktober.

Talan er um eina røð av konsertum runt alt Føroya land við einum endabrakið í Vesturkirkjuni 2. november. 

Atli Kárason Petersen hevur skrivað eitt verk til “Knút’s fagnaðin”, sum er samansett av løgum hjá Knút Olsen, og er skrivað til kór og horn.
Fuglafjarðar Sangkór, Eystanljóð og Fuglafjarðar Hornorkestur framføra hetta verk í Fuglafjarðar Kirkju 30. oktober. Afturat nýskrivaða verkinum, verða onnur løg hjá Knút Olsen framførd av kórunum báðum.
Hanne Marit Mordal Iversen verður eisini ein partur av konsertini og fer at syngja 2 løg hjá Knút Olsen. 

Verið vælkomin øll somul.