Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.10.2024 10:03

Valfundur í skúlanum við Gøtugjógv í kvøld

Valfundur verður í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv hóskvøldið 31. oktober kl. 19.30. Tað eru foreldraumboðini í skúlastýrinum sum skipa fyri fundinum.

Á valfundinum verða hesi evni umrødd:

1. Trivnaður, fólkavøkstur og mentan
2. Skúlin
3. Vinnan
4. Barna-, ungdóms- og eldraøkið

Valfundurin verður skipaður við einum pallborði, har umboð fyri vallistarnar fara at bera fram og kjakast. Vit hava eisini biðið tey koma við itøkiligum avrikum, sum tey ætla at røkka í valskeiðinum. Høvi verður eisini hjá áhoyrarunum at seta spurningar til valevnini.