Kappingarárið 2024 í føroyskum fótbólti er liðugt spælt fyri í ár. Tó so, so manglar ein dystur at verða leiktur. Nokk størsti dysturin í fótbóltsárinum.
Hjá felagnum á Eystara armi á Skálafjørðinum, Nes Sóknar Ítróttarfelag, ella betri kent sum NSÍ, eru tey kanska mest spent uppá júst hendan dystin, hóast teirra lið ikki skal spæla dystin.
Dysturin talan er um er sjálvandi løgmansfinalan, sum verður leikt á Tórsvølli í morgin, leygarkvøldið 2. november, millum HB og B36.
Fyri tey úr NSÍ, so verða allir fingrar krossaðir og nokk fleir bønir senda uppeftir, at HB kann draga tað longsta stráðið og knógva grannunum. Um so er, so sleppur NSÍ aftur í tað fína evropeiska felagið, á bonaðu gólvunum í UEFA komandi ár, og samstundis fáa teir ein kekk á nakrar milliónir.
Tí verður tað nokk ikki so løgið um formaðurin hjá NSÍ, Karstin Joensen, og hini, fara at lúra í telefonina undir borðhaldinum í Bylgjuni hjá NSÍ í morgin. Veitslan hjá NSÍ byrjar júst somu tíð sum steypafinalan verður bríksla í gongd á Tórsvølli.
-Vit í nevndini er nøgd við árið sum heild. Orðini eigur formaðurin, Karstin Joensen, sum nú hevur sitið á formannsessini hjá NSÍ í 2 ár.
-Sjálvandi eru tað ymisk viðurskifti sum kundi verið betur, bæði á og uttanfyri vøllin. Tað vil so verða. Men sum heild eru vit væl nøgd við hetta kappingarárið. Og tað kann eisini gerast enn betur um alt gongur uppí eina hægri eind í morgin, sigur hann sigur hann við einum brosið.
Besta liðið hjá monnum hjá NSÍ endaði á einum 4. plássi, sum má sigast at verða meira enn góðtikið, tá ið hugsa verður um at liðið er uppflytari í ár. Og kann felagið í besta føri eisini vinna sær evropeiska luttøku, sum nokk ikki nógv høvdu tora at vóna frammanundan, sigur hann.

-Besta liðið hjá kvinnum hjá okkum tók øll á bóli og vann flott greipuna, sum vit her úti á leiðini eru ótrúliga errin av. Kvinnurnar hava veruliga víst vegin í ár og eru saman við okkara mansliðið nú flaggskiðið hjá felaganum.
Karstin Joensen leggur afturat, at kommunan arbeiðir við at betra um hølisviðurskiftini. Vónandi verður tað liðugt einaferð komandi ár so at felagið kann fáa nøktandi umstøður til sínar limir.
Okkurt graml hevur verið at hoyrt seinastu dagarnar um eina vissa ónøgd við venjarin og um løku úrtøkuna seinasta triðingin hjá besta mansliðnum, har fleiri úrslit ikki vóru nøktandi. Kanska serliga seinasti dysturin móti argastu grannunum úr B68, har NSÍ tapti greitt á heimavølli, hevur sett nøkur spor.
Men hetta vísur formaðurin staðiliga aftur at nakað er um hetta prátið.
-Vit í nevndini hava verið, og eru tað enn, sera nøgd við tað arbeiðið sum Jens Wedeborg hevur lagt fyri dagin. Hann eigur stórt rós fyri at vit hava megna at røkkið 4. plássið og verður hann eisini at síggja við síðulinjuna við Løkin komandi ár, sigur Karstin Joensen at enda.