Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.11.2024 16:17

Tjóðveldi:  Eykaflokstingið 02.11.24

​​​​Floksleiðslan í Tjóðveldi 

Leygardagin 02 november hevur Tjóðveldi eykafloksting í samband við, at Høgni Hoydal hevur boðað frá, at hann fer frá sum formaður.

Val av forfólki er fast punkt á skránni til árliga flokstingið, sum verður hildið um vári. 
Av tí at Tjóðveldi skal hava nýtt forfólk í úrtíð, er neyðugt við einum eykaflokstingi. 
Tí eru einans tvey evni á skrá, sum eru: 

– Val av forfólki

– Val av næstforfólki

Skráin: 

1. Aðalstjórnarforfólkið setir tingið

2. Tingið skipar seg við tingforfólki og tingskrivara

3. Val av forfólki 

4. Val av næstforfólki.

Eykaflokstingið verður á Hotel Føroyum kl 12.00. 
Allir limir og tjóðveldisáhugað eru vælkomin. Vit bjóða ein lítlan drekkamunn. 

Miðlar eru eisini vælkomnir at vera til staðar meðan eykaflokstingið er. 
Spurningur og samrøður kunnu gerast tá eykaflokstingið er liðugt. 

Spjaldur