Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.11.2024 10:52

Stoltleiki og eymleiki at verða fuglfirðingur og borgarstjóri

Lesarabræv

Stoltur at verða fuglfirðingur

At verða fuglfirðingur og borgarstjóri í hesum døgum í Fuglafirði er við stoltleika og eymleika.

Vit eiga:

Ársins Virki “GroAqua”.

Ársins Íverksetara “Fjord”.

Sandship keypt bulkskip.

Ein nýggjur Høgaberg kemur til jóla.

Nógv útbygging er eisini ávegis.

GroAqua hevur eisini fyri stuttum skriva undir sáttmála at gera heimsins størsta fóðurflaka.

Hettar er alt sum ein dreymur, ein má næstan klípa seg í læri, fyri at fáa váttan um, at hettar er ikki ein dreymur, men veruleiki og vit eru einans +1600 borgara í Fuglafjarðar Kommunu sum megna alt hetta.

Vit eiga nógv ágrýtin fólk og feløg í kommunini, sum vilja framá, teimun skulla vit, sum kommuna, skapa livikor til at virka undir og mennast.

Allahalgannadagur

1. november, Allahalgannadagur, er ein dagur, har eg altíð steðgi á, og hugsi um okkara sjófólk, teir ið havið tók og tey í eftir sita heima.

Sjálvur havi eg ikki mist foreldur ella syskin á sjónum, men mamma misti sín fyrsta mann í 1941, gekk burtur við sluppini Guiding Star ímillum Ísland og Føroyar.

Seinnir hevur havið tikið frá mær mammubeiggja, systkinabørn, bróðurson, vinir og kenningar.

Sjálvur havi eg silgt nøkur ár við tryggum stórum skipum, men til tíðir hevur ein følt seg lítlan í móti nattúrkreftunum. Tíbetur, og Gud havi lov fyri tað, havi eg ongantíð uppliva at missa nakran av mínum skipsfeløgum.

Í dag helt Jónhild Abrahamsen eina góða minningarrøðu við minnisvarðan í Fuglafirði, har hon hugleiddi breitt, um teir í fóru og tey í heima sótu í óvissuni, um, um teirra kæru náddu aftur í havn ella ikki. Sum orðatakið sigur, “Eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldi gistur”.

Við hesum fáu orðum, drýpi eg høvur og minnist teir í farnir eru á sjónum.

Dávur Juul, borgarstjóri