Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.11.2024 07:37

Veðrið: týsdagin 5. november

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og í støðum tám ella mjørki við onkrum æli. Í kvøld veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Eitt skifti smá- ella hálvskýggjað, men sum frá líður verður samdrigið og út á náttina regn av vestri.

Mikudag fyrrapart frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og turt fyri tað mesta. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig.