Tað var í september í 2023 at Eysturoyarportalurin kom við tíðindunum um, at Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna, stóðu á gáttini til at fara hvør til sítt, viðvíkjandi skúlasamstarvinum teirra millum, eisini kalla Framvit.
Síðani tá, hevur bæði nógv kjak og fundarvirksemið verið báðum megin Marknaá (Markið millum Fuglafjarðar Kommunu og Eysturkommunu.) Har m.a. Eysturkommuna setti ein arbeiðsbólk niður at kanna møguleikan fyri at skipa egna framhaldsdeild. Tann niðurstøðan var løgd fram á borgarafundi fyrr í ár.
Men nú frættist, at ein semja millum Fuglafjarðar Kommunu og Eysturkommunu, viðvíkjandi málinum um Framvit og skúlasamstarvið, er á gáttini. Hetta vátta borgarstjórarnir báðir, Dávur Juul og Per Martin Gregersen, fyri Eysturoyarportalinum.
Framvit nevndin, saman við kommunustjórum, hevur í eina tíð arbeitt miðvíst við at funnið eina semju.
Hetta arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at nú manglar bert at semjan verður løgd fyri býráðini í kommununum báðum, at verða blástempla. Sum skilst, er meiriluti í báðum býráðum fyri at góðtaka avtaluna sum nú liggur á borðinum og verður hetta gjørt í næstum.
Talan er í stuttum um eitt ískoytið til verandi sáttmála, við m.a. einum styttri áramálið og øðrum løgugjaldið, verður upplýst.
