Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.11.2024 22:39

10-mannafarið Fuglfirðingur verður mannaður

Nýggi (fremst) og gamli (aftast) Fuglfirðingur Mynd: Eysturoyarportalurin

Fuglfirðingur verður mannaður komandi ár. Tað váttar Tórstein Joensen, nevndarlimur í ÍF Kappróður, fyri Eysturoyarportalinum.

– Vit hava keypt Skálabátin – hava gjørt avtalu um at vit fáa 10-mannafarið frá Skála Róðrarfelag meðan tey fáa 5 mannafarið Malunarhav frá okkum. 

Báturin verður mannaður av m.a. av nøkrum frá Gullbrandi 2023 og eisini Nólsoyar Páll í ár og øðrum.

Fuglfirðingur róði seinast FM-róður í 1979 á Varmakeldu.