Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.11.2024 00:51

Valfundur í Losjuni við Gøtugjógv

Losjan Glotti

Í samband við kommunuvalið verður valfundur í losjuni í Gøtu hóskvøldið 7. november klokkan 19:30
Orðstýrari verður Páll Isholm.
Øll eru vælkomin.

Virkin børn, ung og eldri

Í kanningini hjá Kringvarpinum eru umstøðurnar hjá teimum eldru og hjá børnum og ungum, tey økini, ið borgarar í Eysturkommunu vilja hava raðfest hægri.

Í eini aðrari kanning av frítíðini hjá børnum og ungum, ið ein arbeiðsbólkur hevur gjørt fyri Eysturkommunu verður staðfest at triðji hvørt skúlabarn situr einsamalt heima eftir skúlatíð og at 70 % av foreldrunum sakna frítíðartilboð til børn og ung.

Hóskvøldið klokkan 19.30 verður sjóneykan sett á hesi bæði økini. Skulu tey hava hægri raðfesting, og hvussu kann hetta gerast? Hvussu kann kommunan vera við til at skapa eitt virkið lív hjá børnum, ungum og eldri í Eysturkommunu.

Valevni fyri báðar listar leggja fyri, og veljarin fær eisini orðið at siga sína hugsan um evnini.