Lesarabræv/ Kommunuval 2024
Til hetta gagnnýta vit hvønn einasta bygning og vøll. Nú fara vit at byggja enn eitt listaverk at savnast í. (Sí video á mínum vanga).
Nýggjan skúla – Nýggj virðir – Nýggjan samleika
Skúlin er har okkara børn og ungu mennast, fáa vinir og gerast klár at fara út í lívið. Tað er har, tey brúka stóran part av sínum degi og tað er í hesum kørmum, at teirra hugburður, virðir og samleiki verður skaptur.
Tað hevur leingi verið trongt í skúlanum við Løkin, men nú er samtykt, at útbyggja Glyvra skúla. Fólkavøksturin er stórur í landsins triðstørstu kommunu.
Men hvussu sær skúlin út í framtíðini ?. Hvussu brúka vit arkitektur og tøkni til at skapa góðar karmar fyri trivnað og menning. Karmar sum skapa sterkan, sjálvstøðugan, skapandi og sympatiskan ungdóm.
Kommunan hevur ábyrgd av skúlakørmum og rakstri, meðan Barna- og ungdómsmálaráðið hevur ábyrgd av innihaldinum.
Skúla skalering
Skúlin í dag er so nógv, nógv meir enn fyri 80 árum síðani. Tað sæst á bygninginum, sum nú er býráðssalur. Higartil, er skúlin í stóran mun, skaleraður og fleiri frálærur eru fluttar frá heiminum og inn í skúlan. At duga at smíða, evna, syngja, baka – hetta gera vit í felag. At læra mál og mentan.
Vit hava stórar væntanir til skúlan og vit leggja nógv yvir á lærararnar. Sum samfelag skulu vit eisini duga at umrøða, hvat vit vænta av foreldrunum. Hvat vit vænta av okkum sjálvum. Vit menna okkara ungu í felag.
Skúli við YVIRKAPACITET
Um eg fái sess í býráðnum, fari eg at virka fyri, at skúlin fær góðar, stimbrandi karmar. Fígging skal ganga frammanfyri, soleiðis at vit altíð hava ein skúla, sum er nóg stórur, ikki bert í fermetrum, men eisini í menning . ALTÍÐ heldur YVIR KAPACITET enn undirkapacitet.
Vit í Runavíkar kommunu elska at vera aktiv og at vera saman
Vit duga væl at gagnnýta okkara bygningar í Runavíkar kommunu og vit elska at vera aktiv, vit elska at vera saman. Hvørja ferð høli vera bygd ella gerast tøk, so fyllast hesi við aktiviteti og fólki.
Vit munnu vera kommunan við mest virknum borgarum. Tað er hugaligt at síggja ljósið frá Bylgjuni, hoyra kvæðini frá dansistovuni og skjótt eisini plaski í svimjihylinum.
Skúlin er karmurin um okkum øll.
X fyri Sigrid J. Dalsgaard, til ein sess av 11 í landsins triðju størstu kommunu.