Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.11.2024 08:17

Veðrið: hósdagin 7. november

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, seinnapartin í støðum upp í 20 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Út á kvøldið og í nátt minkar vindurin spakuliga niður í frískan vind ella ein strúk í vindi um útsynning, 8 til 13 m/s, framvegis skýggjað og onkrar løtur við regni.

Fyrrapartin í morgin lítið lot sunnan ella av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið 9 til 13 stig.