Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.
Lítið lot um sunnan ella av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Seinnapartin dregur hann á luftina. Í kvøld veksur hann vindin upp í frískt lot til frískan vind um sunnan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Seinnapartin í morgin bert okkurt ælið. HItin 8 til 13 stig.