Í samband við tíðindini í Kringvarp Føroya í morgun 08/11-24 skal Nánd boða frá, at fráboðanin frá landslæknaeftirlitinum er tikin til eftirtektar. Arbeiðið at broyta mannagongdir fór í gongd beinanveg og er komið væl ávegis.
Borgarar og avvarðandi kunnu vera vís í, at Nánd altíð setur trygdina hjá búfólki í fyrstu røð.
Vit harmast um støðuna.
Vegna Nánd
Stýrið og leiðsla