Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.11.2024 13:33

Ítróttur og umstøður

Lesarabræv/ Kommunuval 2024

Á ítróttarøkinum á Skála eru trý virkin feløg ítróttarfeløg: Skála Ítróttarfelag, D9 og Stranda Ítróttarfelag. Umframt hetta, so brúka skúlar, dagstovnar og Roðin eisini Ítróttarhøllina á Skála.

Skála Kappróðararfelag virkar í egnum hølum á Gamlavegi. Tað er at fagnast um, at felagið veksur, har eldsálir í felagnum hava sett sær fyri at hava enn fleiri manningar í 2025.

D9 er eitt ungt felag í stórari mening. Felagið luttekur í kappingum bæði í Føroyum og uttanlanda. D9 skipar eisini fyri kappingum, ið verða hildnar í Ítróttarhøllini á Skála. Hesar kappingar eru væl skipaðar og væl vitjaðar.

Máltalva er sett upp undir Mýruhjalla, og eisivi bleiv vøllurin á Skála skiftur á sumri í 2023.

Norður-endin á Ítróttarhøllini er dagførdur við nýggjari inngongd til Ítróttarhøllina.

Nógv er gjørt, men tað er alment kent millum fólk, sum koma í Ítróttarhøllina á Skála, at møguleikarnir við skiftingarrúmum ikki eru góðir. Í ítróttarhøllini eru 4 skiftingarrúm, umframt eisini eitt dómarrúm, sum ikki er tíðarhóskandi.

Skála Ítróttarfelag er eitt stórt og virkið felag, við nógvum liðum á kvinnu- og mannfólka síðunum, bæði hjá vaksnum og børnum. Tað sama er galdandi innan virksemi hjá Stíf, sum ítróttarliga virkar í ítróttarhøllini á Skála.

At hava 4 skiftingarrúm til so nógv virksemi, er alt annað enn nøktandi. Tað er neyðugt, at hesi viðurskiftið verða tikin upp, og virka verður fyri, at betra um skiftingarmøguleikarnar á Ítróttarøkinum á Skála.

NSÍ hús er ávegis, men tørvrin á húsi og skiftingarmøguleikum undir Mýruhjalla eru stórir.

Eg havi virka fyri, og fari framhaldani at virka fyri, at betra um karmarnar á ítróttarøkinum í allari kommununi og á Skála.

Til hetta, hava eg brúk fyri tínum stuðli 12. november.

X við Pauli Poulsen