Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2024 07:17

Ger KVF kommunuvalið ov einfalt ? Eg havi ikki bert 5hjartamál

Lesarabræv/ Kommunuval 2024

Hvørji eru tíni hjartamál, er fyrsti spurningurin, tá eg tríni inn á politiska pallin. 

Hvørji eru tíni hjartamál ?

KVF spyr hetta, og eg haldi, at hetta er at gera kommunal politiska arbeiði alt ov einfalt, (sí video).

Eg havi 1000 hjartamál. Tað hava vit øll. Vit eru øll ein partur av puslispælinum, um ein manglar, so er myndin ikki fullfíggjað. Vit, og alt rundan um okkum, eru tað, sum til samans gevur heildina. Kommuna, merkir í sínum uppruna, tað, sum vit eru felags um.

Vit, og KVF, skulu góðtaka, at okkurt er meir samansett, enn at tað ber til at seta tað upp í 5 punktum og einum slagorðið. Ein kommuna er serstakliga samansett og fjølbroytt.

Á míni starvsleið og í frítíðaryrkinum eri eg, líka sum vit øll, ein partur av heildini. Eg eri heppin, og havi arbeitt saman við fólki á nógvum ymiskum pallum, sum t.d.:

Asfaltering, kloakkering, vatnveiting, rottutýning, uppmerking, ferðslutrygd, vegagerð – saman við dugnaligum starvsfeløgum og eins dugnaligum verktakarum.

Kort skipanir, Vangin, jarðboringar, nátturuvernd – sum tá Prestá fekk heiðurin ”best fyriskipaða náttúruøkið”, tó eigi eg bert tann lítla partin, at hava skrivað tilmeldingina fyri hjartamálið hjá eldsálunum við Prestá.

Heilsu-, trygdar- og umhvørvisleiðari, HTU, har Runavíkar kommuna var fyrsta kommunan sum skipaði seg eftir krøvunum frá Arbeiðseftirlitinum. Ein gevandi leiklutur, sum hevur givið mær innlit í góða dagstovnaøki, sum er hjartamál hjá okkum øllum. Og stuttligast av hesum vóru “112 venjingarnar “ saman við sløkkiliðinum.

Tá Runavíkar kommuna vann heiðurin, at umboða Føroyar í kappingini Nordic Built Cities, og at enda vann triðja pláss, millum 36 verkætlanir fyri øll norðurlond. Fyri hesa, Bylgjuna og aðrar verkætlanir, valdi Arkitektafelag Føroya at geva Runavíkar kommunu heiðursbræv fyri at stimbra um arkitektonisku dygdina av mannaskapta umhvørvinum.

Sum verkætlanarleiðari fyri verkseting av talgildari heilsuskipan fyri kommunalu heilsutænasturnar, eldraøkið og heimatænastuna, eri eg sera eyðmjúk. Eyðmjúk um at sleppa at arbeiða saman við og at læra frá so ómetaliga dugnaligum starvsfeløgum, sum duga at skipa arbeiði væl og við virðing fyri einstaka borgaranum. 

Sum verkætlanarleiðari fyri byggiskrá til nýggjan skúla. Sum forkvinna í bólki um fyrireiking til nýggjan dagstovn – tað er ein framíhjárættur at sleppa at virka á so nógvum pallum og at arbeiða saman við so nógvum dugnaligum fólki.

Í frítiðini at virka fyri kreppumiðstøðini hjá Kvinnuhúsinum. Fyri tiltøkum hjá Kongshavnar kvinnufelag, og sum forkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Fyri skúlastýrið, foreldraráð, sum fimleikavenjari og fótbóltsmamma – vit hava øll okkara leiklutir, vit eru øll ein partur av tí, sum vit eru felags um.

Eg eri úbúgvin byggiverkfrøðingur við yvirbygningi í KT. Eg havi starvast hjá Elektron og Aluplast, og starvist nú hjá Runavíkar kommunu og hjá Kommunufelagnum.

Eg eri uppvaksin í Saltangará. Míni foreldur, Sveiney Sverrisdóttur og Jens Marius Dalsgaard, vóru tilflytarar úr Reykjavík og Havn. Aftaná loknan lestur, flutti eg heim aftur, heim til Runavíkar kommunu. Vit búgva allarovast í Saltangará og her er sera gott at búgva. Tað sæst, tí her er fult av valevnum, sum øll vilja gera sín part fyri okkara góða felagsskap.

Tala hesi málini til títt hjarta ? 

X við Sigrid J. Dalsgaard, til ein sess av 11 í landsins triðju størstu kommunu 

Les, hygg ella lurta hvussu eg lýsi nøkur av hjartamálunum:

EvniGreinFilm
Hjartamál – ger KVF tað ov einfaltHendan, sum tú lesur 😉Hjartamálini eru fleiri enn 5
Runavíkar kommuna, ósjónlig í landspolitikki:Hygg út um bøgarðin – Magnus stendur so einsamallur  Landspolitikarar frá pallinum Runavíkar kommuna Magnus stendur einsamallur 
Mentan, skúli og frítíð:Vit í Runavíkar kommunu elska at vera aktiv og at vera saman Okkara samleiki, mentan og virðirBýur og vinna
Kommunal orkuveiting SEV:Vil Tú selja landstreym?Vil TÚ selja landstreym 
Ábyrgd og býti millum land og kommunur á eldraøkinum:  Roðin er okkara og skal ikki aftur til landið Eldraøkið – Ábyrgd og býti 
Vandi við miðsavning og periferi politik:  Systematiskt skaptar A og B kommunur – av landspolitikki Systematiskur ójavnvági15 min frá Runavík
WW2 og Søldarfjørður WW2 og Søldarfjørður
Landsvegir  Elduvík og Skálafjørður

Og lurta eftir valsending við Tobba, Tóri og mær á Rás 2, Símun er vertur.