Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Sum líður á fyrrapartin fer ættin niður í útsynning, og vindurin minkar niður í eitt lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Í kvøld veksur vindurin upp í frískt lot upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Í nátt samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 11 stig.