Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2024 13:03

Skála Cup: Ein øðrvísi kapping

Skála Cup

Skála Cup, sum er ein innandura fótbóltskapping, hevur verið hetta vikuskifti í høllini á Skála.

Ein innandurakapping, har allir aldursbólkar – bæði hjá dreingum og gentum luttóku. Kappingin byrjaði fríggjadagin og helt áfram heilt til sunnukvøldið til uml. kl. 21.30, tá ið síðstu vinnarnir vóru funnir.

Men tað sjálvsama við hesi innandurakappingini, samanborið við aðrar innandurakappingar í Føroyum, var, at alt var ókeypis, bæði luttøkugjald og matur hjá børnum heilt upp til U16.

Kappingin kostaði einki fyri barnaliðini, og hvørt barn fekk ókeypis burgara, chips og sodavatn.

Fyriskiparirnir upplýsa fyri Eysturoyarportalinum, at heili 125 barnalið og 15 vaksmannalið luttóku í kappingini hetta vikuskifti.

Hugskotið at skipa fyri einum ókeypis tiltakið fyri børn er sprottin úr tí veruleika, at nógv tiltøk sum verða bjóða børnum í dag, tað verið seg bæði ítróttarlig og undirhaldstiltøk, eru sera kostnaðarmikil og tyngja nógvar barnafamiljur fíggjarliga og eru tíðanverri summi noydd at halda seg aftur av somu ørsøk.

Tí hildu fyriskiparirnir at tað mátti verða pláss fyri einum tílíkum ókeypis tiltakið, har øll kundu verða við.

Hetta er næsta árið at hetta verður roynt. Í fjør var luttøkugjaldið ókeypis, meðan í ár var bæði luttøkugjaldið og maturin ókeypis til børnini.

Fyriskiparnir vilja samstundis takka bæði stuðlum, sum hava gjørt hetta møguligt, og eisini teimum nógvu fólkunum sum hava fyriskipa og hjálpt til við sjálvari kappingini. Tey eiga øll eina hjartans tøkk, verður sagt at enda.