-Vit settu lukt reinsiskipanin til síðsta sunnudag. Hetta sigur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, fyri Eysturoyarportalinum.
Fyrr í ár var ein 75 metur høgur skorsteinur, sum Havsbrún eigur, settur upp á havnalagnum í Fuglafirði. Skorsteinurin er partur av eini lukt reinsiskipan hjá fóðurdeildini hjá Havsbrún.
-Tað eru nú 8 dagar síðani at reinsiskipanina var sett til, og vit hava bert fingið góðar afturmeldingar frá fólkið. Tað kunnu sjálvandi koma onkrir byrjanartrupulleikar, men enn hevur tað gingið sum vit vónaðu, sigur Odd Eliasen.
Nú er fóðurdeildin so sett til reinsiskipanina. So verður hugt eftir hvussu hetta fer at ganga komandi tíðina. Ætlanin verður so eisini at knýta mjøldeildina uppí somu reisiskipanina seinni.
-Nógv at tí forarbeiðinum er longu gjørt á havnalagnum sigur Odd Eliasen.
Skorsteinurin, við reinsiskipanini, er heili 75 m høgur, og skal hjálpa til at beina mest sum allan luktin vekk frá Fuglafirði. Miða verður í móti at henda nýggja skipanin skal minka luktin við heili 95%.