Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.11.2024 12:36

Kommunuval 2024: Elduvík

Anfinn Clementsen, Poul Johannes Reyná og Dánial Martin Hansen (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Eysturoyarportalurin hevur verið og vitjaði á valstaðnum í Elduvík. Í Elduvík verður valt í gamla skúlanum í bygdini.

Teir tríggir í valnevndini, Anfinn Clementsen, Poul Johannes Reyná og Dánial Martin Hansen greiddu frá, at 13 fólk hava atkvøðurætt í Elduvík. Men klokkan 12.30, tá ið vit vóru á gátt, hevði enn ongin verið á valið. Men vænta teir, at tá ið valstaðið stongir í kvøld, so hava flest øll verið á valið.

Atkvøðuboksin í Elduvík (Mynd: Eysturoyarportalurin)