Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.11.2024 09:43

Veðrið: mikudagin 13. november

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, skiftandi skýloft við sólglottum og yvirhøvur turt. Seinnapartin fer vindurin at minka, og seint í kvøld er frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.