Enn er ongin avgerð tikin um hvussu komandi býráð í Fuglafjarðar Kommunu kemur at síggja út.
Eysturoyarportalurin skilir at, Listi B og F í Fuglafirði, eru gingnir saman í valbólk við býráðslimum, har tingast nú verður um nevndarsessir og hvør skal verða borgarstjóri.
Og er møguleiki fyri at ein avgerð ikki liggur fyri enn í vikuskiftinum.
Á kommunuvalinum sum júst er farið afturum fekk Listin Á hjá Ólavur Larsen fekk 4 kommunustýrislimir, meðan sitandi borgarstjóri, Dávur Juul, og listi F fekk 3 kommunustýrislimir.
Ólavur Larsen fekk 159 atkvøður meðan Dávur Juul fekk 110 atkvøður.