Tíðindaskriv
Leygardagin kl. 16:00 hava Marjun og Fermenningarnir konsert í Kolshøll á Eiði. Tey fara at framføra kendan føroyskan tónleik í nýggjum búna, og harumframt verða nakrar íslenskar perlur eisini at hoyra.
Í bólkinum eru eiðiskvinnan Marjun Wolles og tónleikararnir Bjarni Jøkladal, Bjartur Leo Niclasen, Benjamin Leo Niclasen og Mortan Johannessen. Tað eru Bjarni og brøðurnir Bjartur og Benjamin, ið eru fermenningar við Mortan, og tað er har, navnið “Marjun og Fermenningarnir” stavar frá.
Bólkurin framførdi fyri fyrstu ferð á Pop-up Marknaðinum, sum var í Skótahúsinum við Løkin í apríl í ár. Síðani tá hava tey framført til fleiri konsertir, m.a. fyri ferðamannaskipum, ið hava vitjað Runavíkar Kommunu.
Tey fara sum sagt at framføra eina bukett av føroyskum og íslendskum sangum. Av tí at tey hava framført fyri fleiri ferðamannaskipum farna summar, er skráin merkt av hesum upplivingum. Eisini fara tey at framføra nakrar sangir av fløguni hjá Marjun, ið eitur “Stjørnuløtur, kærleikin gloymir ei”.
Atgongumerkini kosta 150 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn, og tey fáast á https://www.eidistiltok.fo/tiltak/konsert-vid-marjun-og-ferminningunum-i-kolsholl/.