Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.11.2024 07:35

Veðrið: fríggjadagin 15. november

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin.

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Seint fyrrapartin skiftandi skýloft og ælaveður. Út á seinnapartin gongur hann upp í vestan og veksur upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, hálvskýggjað og ælaveður við regni og vátakava. Fyrrapartin í morgin fer ættin upp í útnyrðing, vindurin minkar niður í ein strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Hitin úr 8 upp í 13 stig fyrrapartin; millum frostmarkið og 5 stig í kvøld og í nátt.