Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.11.2024 08:54

Nógvur vindur komandi samdøgrið: Biða fólk um at rudda

Veðurforsøgnin komandi døgrið sambært Windy.com

Sambært veðurforsøgnunum sær veðrið einki tespiligt út. Tað verður sera ringt veður við nógvum vindi komandi samdøgrið. Miðalvindurin fer at liggja um 20 m/s, meðan hvirlurnar kunnu blíva tað dupulta ella meira, har sum ættin er ring.

Seinnapartin í dag fer hann upp í vestan, meðan fyrrapartin í morgin fer ættin upp í útnyrðing.

Tí verður heitt á fólk um at rudda rundan um hjá sær sjálvum, alt tað sum liggur leyst og sløðist, og sum kann gera skaða á ognir og lutir. Eisini verða fólk biðin um at tryggja at alt er surrað fast sum møguliga kann fara í nógva vindinum.

Eysturkommuna boðaði fyri nøkrum døgum síðani frá, at borgarir í kommununi, sum høvdu brúk fyri hjálp, antin at tryggja lutir ella surrað okkurt fast, kundu ringja til átaksleiðarin á tlf. 730114.

Spjaldur