Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.11.2024 12:19

Fær Runavíkar Kommuna nýggjan borgarstjóra?

Tórbjørn Jacobsen hever verið borgarstjóri í Runavíkar Kommunu síðani 2016. Á valinum týsdagin fekk hann 350 persónligar atkvøður (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Tað hevur verið friðaligt og lítið at frætta viðvíkjandi hvat fór at henda í Runavíkar Kommunu eftir kommunuvalið síðsta týsdag.

Men í dag hevur Runavíkar Kommuna lagt soljóðandi skriv út á heimasíðu sína:

“Býráðið, sum var valt til at taka við umboðandi valdinum í Runavíkar kommunu frá 2025 til 2028, møtir á almennum skipanarfundi í býráðssalinum á Glyvrum leygardagin hin 16. november kl. 13.00.

Á fundinum fer býráðið at skipa seg við borgarstjóra, varaborgarstjóra og nevndum.”

Okkurt er tí sum kundi bent á at semja ikki er um hvør skal verða borgarstjóri. Og er tí møguleiki fyri at ein nýggjur borgarstjóri verður kunngjørdur í morgin, eftir at Tórbjørn Jacobsen hevur sitið í sessinum síðani 2016.