Tað var fríggjakvøldið 28. juni í ár at ein keðilig hending fór fram á vøllinum við Løkin, eftir at dysturin millum Betrideildarliðini hjá monnunum millum NSÍ og KÍ var av.
Táverandi ítróttarstjóri hjá NSÍ, Eyðstein Skibenes, fekk ein harðan dóm – útihýstur frá fótbólti undir FSF til endan av kappingarárinum 2027.
Men Karstin Joensen, formaður hjá NSÍ segði fyri Eysturoyarportalinum seinast í august mánaði í ár, at felagið var ikki nøgd við dómin og fór at kæra dómin. Og nú hevur so Yvirkærunevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð í málinum.
Dómurin sum, sum kann lesast niðanfyri, er nú, at fyrrvernandi ítróttarstjórin, ístaðin fyri at verða útihýstur fram til 2027, hevur fingið dómin niðursettan til at “bert” verða útihýstur fram til endan av kappingarárinum 2025.
Les allan dómin her: