Kl. 13.00 í dag var almennur skipanarfundur í býráðssalinum á Glyvrum har nýggja býráðið í Runavíkar Kommunu skuldi skipast.
Tað hevur verið ein ávísur spenningur síðani valið seinast týsdag, um sitandi borgarstjóri fór at halda fram, ella um ein nýggjur borgarstjóri skuldi stjórna kommununi framyvir.
Men nú er greitt, at borgarstjórin síðani 2016, Tórbjørn Jacobsen, heldur fram komandi 4 árini.
Varaborgarstjóri verður Tóri Højgaard.