Nes Kommuna boðar frá, at hósdagin 21. nov. kl. 18 verður almennur fundur, har nývalda býráðið í Nes kommunu verður skipað við borgarstjôra, varaborgarstjóra, skipan av nevndum og øðrum álitissessum.
Á valinum seinasta týsdagin fekk listi A 824 attkøvður og 6 býráðslimir, meðan Listi B fekk 131 atkvøður og 1 býráðslim.
Toppskorari við flestar atkvøðum var borgastjórin seinastu 4 árini, Súni í Hjøllum, sum fekk heili 339 persónligar atkøvður.