Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2024 13:18

Bókin Søgan um handlarnar løgd fram

Handilsvinnufelagið

Á bókaframløgu hósdagin í farnu viku var bókin Søgan um handlarnar, ið Handilsvinnufelagið hevur givið út, løgd fram.

Fitt av fólki var samlað tá Handilsvinnufelagið skipaði fyri bókaframløgu í samband við at bókin Søgan um handlarnar var givin út. Tað er Helgi Jacobsen, ið hevur skrivað bókina eftir umbøn frá Handilsvinnufelagnum. Umframt framløgu frá rithøvundanum, hevði Jóan Pauli Joensen eisini eina hugleiðing um handilssøguna og handlar sum heild.

Bókin er nú til keyps í bókabúðunum kring landi.