Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2024 14:41

Rimmar kvinnukvøld í Víkingahúsinum í morgin

Hesar skipa fyri kvinnukvøldinum í víkingahúsinum í morgin. Birgit á Reynatrøð, Harda Emma Skoradal og Eydis Skýlindal (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Klædnahandilin Rokoko í Norðragøtu skipar í morgin, 19.november, fyri einum spennandi kvinnukvøldið í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Tiltakið byrjar kl. 19.00.

Hetta sigur Eydis Skýlindal, eigari av Rokoko, við Eysturoyarportalin.

Kvøldið hevur eina sera spennandi skrá. Borðreitt verður við munnbitum og onkrum leskiligum afturvið. Eisini verða móta tips givin.

Síðani kemur songkvinnan, Guðrið Hansdóttir, at framføra, sigur Eydis.

Stór mótasýning og “Open by night” í Rokoko verður aftaná og fleiri vinningar verða givnir gjøgnum kvøldið.

Kostnaður er einans 100 kr og kann atgongumerki keypast á Rokoko.fo. Tó er amarkað nøgd, sigur Eydis at enda.