Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.11.2024 14:04

Jólatrøini tendra og jólabrandbilurin vitjar

Sunda Kommuna

Týsdagin 26. november og mikudagin 27. november verða jólatrøini í Sunda kommunu tendrað og jólamenn í brandbili vitja. 

Nú stundar til jóla, og tíð er aftur at tendra jólatrø. Aftur í ár skipar Sunda kommuna fyri jólatræhaldi, har prestur talar, Eiðis ljómfelag spælir jólasangir, og so tað sum børnini gleða seg mest til: stuttligu jólamennirnir koma við brandbili og bjóða ein leskiligan posa! Eftir jólatræhaldi bjóðar Sunda kommuna rís ala mande og keffi/te/saft. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Jólatrøini tendra soleiðis: 

Týsdagin 26. november:
Oyrarbakki  kl 17.00 (Í nýggja økinum í Náttúrulundini – beint undir skúlanum við Streymin)
Gjógv kl 18.30

Mikudagin 27. november:
Hósvík 17.00 
Hvalvík 18.00 
Haldórsvík 19.00 
Tjørnuvík 20.00

Skrá:
Borgarstjórin bjóðar vælkomin – jólatræið verður tendrað
Eiðis ljómfelag spælir
Prestur heldur talu.  Jonhard Jógvansson í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík og Tjørnuvík – Jákup E. Petersená Oyrarbakka og við Gjógv.
Felagssangur: Gleðilig jól (Eiðis ljómfelag spælir undir)
Eiðis ljómfelag spælir
Jólamenninir koma við brandbilinum – børnini fáa pakka
Øll eru vælkomin til ein drekkamunn eftir haldi

Kom til drekkamunn eftir haldi, á hesum støðum:
Oyrarbakki – á torginum í Skúlanum við Streymin
Gjógv – í bygdarhúsinum

Hósvík – í bygdarhúsinum, uppiá
Hvalvík – í missiónshúsinum
Haldórsvík – í Avhaldshúsinum
Tjørnuvík – í bygdarhúsinum

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.