Nýggja býráðið í Eysturkommunu skipaði seg á býráðsfundi í kvøld í býráðshúsinum í Norðragøtu.
Per Martin Gregersen, sum hevur verið borgarstjóri seinastu fýra árini, var einmælt afturvaldur, meðan Uni Rasmussen eisini var einmælt valdur varaborgarstjóri. Umframt tað var val av nevdarlimum til føstu nevndirnar og aðrar nevndir.
Hini í nýggja býráðnum eru: Magnus Skoralíð, Heri Mikálsson, Rebekka Jensen, Ann Fuglø, Unn J. Ellingsgaard, Hanna Jensen og Pól í Skorini.
Nevndirnar eru mannaðar soleiðis:
Fíggjarnevnd
- Per Martin Gregersen – Formaður
- Magnus Skoralíð
- Unn J. Ellingsgaard
Byggi & býarskipanarnevnd
- Heri Mikálsson – Formaður
- Uni Rasmussen
- Ann Fuglø
Mentanarnevnd
- Hanna Jensen – Forkvinna
- Pól í Skorini
- Rebekka Jensen
Trivnaðarnevnd
- Unn J. Ellingsgaard – Forkvinna
- Rebekka Jensen
- Magnus Skoralíð
Vinnunevnd
- Pól í Skorini – Formaður
- Ann Fuglø
- Uni Rasmussen
Nývalda býráðið tekur við á nýggjárinum.
Myndir: Eysturoyarportalurin



















































