Tað hevur verið eitt sindur trongligt við bryggjuna í Runavík í dag. Sum myndir vísir, so er ikki nógv pláss eftir til nógv skip ella bátar afturat.
Innast liggja gøtubátarnir, Finnur Fríði og Gøtunes. Meðan franskir trolarin, Bressay Bank, grønlendski, Tasiilaq og danska Vestborg liggja nakað uttari. Meðan t.d. russiska skipið Zamoskvorechye liggur uttast á molanum, saman við m.a. Ango og Coppenname. Og innanfyri teir liggja Tummas T. og Roland.
Uttanfyri myndina við bryggja uttanfyri Faroe Origin, liggja Stelkur og Bakur.