Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.11.2024 12:50

Erling Olsson nýggjur leiðari

Mynd: Sunda Kommuna

Sunda Kommuna

Erling Olsson er settur í starv sum leiðari fyri veitingareindina hjá Sunda kommunu.

Erling Olsson er 60 ára gamal og bleiv útbúgvin bilsmiður í 1983. Erling hevur starvast á Autoservice í mong ár, har  uppgávurnar hava verið sera fjølbroyttar.

Erling kemur at samskipa røkt, viðlíkahald, nýgerð av øllum verklagsarbeiði og vatnverkunum í kommununi. Eisini kemur Erling at taka aktivan lut í dagliga arbeiðnum hjá kommununi.

Erling Olsson byrjaði í starvinum 1. september 2024. Sunda kommuna ynskir honum blíðan byr í nýggja starvinum.