Lesarabræv
Tað er ikki av ongum, at okkara lítla familja bleiv partur av Besta liðnum í Gøtu.
Nú veit eg ikki hvussu langt aftur eg skal fara. Men um vit halda okkum til 80´ini og fram til dagin í dag. Ja, so hava vit Bartalsstovumennirnar; Hans Leo, Torry og Jógvan Páll. So koma Poul Ennigarð, Kaj Ennigarð og Kaj Leo í Bartalsstovu. Hettar eru/vóru stjørnur í Gøtu. Og úr hesum er so Signar ein partur av.
Vit vita øll, at í Gøtu/Leirvík er einki tapt fyrrenn síðsta allarsíðsta bríksl. Vit geva ikki upp!
Men fyri at koma til mín boðskap og yvirskriftina, so hevur 2024 verið eitt serligt ár. Ikki bara fyri Eysturkommunu og felagsskapin hjá Víkingi. Men so sanniliga eisini fyri GUBBAN HIMSELF!
Tað er eingin loyna, at Signar á Brúnni hevur verið mítt eitt og alt. Ein fótbóltsspælari av teimum allarbestu. Fáir spælarir eru so erligir sum Signar. Hann vísir veruliga í sínum spælið, hvussu hann er sum persónur. Tit sum kenna hann, tit vita, hvat eg meini við; fittur, erligur, kerligur og ikki at gloyma ein stríðsmaður. Ja, og sjálvandi eisini “gubbasa”!
At Signar ikki verður partur av Víkingi í 2025, ja tað er eingin loyna. At eg eri keddur, skal eingin ivast í. Men eg, sum nakar annar, góðtakið sjálvandi hansara val. Sjálvandi skal tú eisini liva lívið uttanfyri Sarpugerð.
Góði Signar! Takk fyri tín part í Víkingi, og takk fyri, at eg var gubbi til Steypið 2022 og FM 2024. Eg eri og verið, víkingur! Kanska enn ein ungur evnaríkur leikari fer at klekjast, og sum fer at bjóða av á besta liðnum. Hvør veit.
Góða ferð á tíni leið.
Míni bestu ynskir og takk Signar.
Gubbi tín