Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.11.2024 18:44

Stíf og Dan Muurholm Jurgensen steðga samstarvinum

Dan Muurholm Jürgensen (t.v.), sum nú er fortíð í Stíf (Mynd: StÍF)

StÍF og Dan Muurholm hava valt at fara hvørt til sítt. Tað váttar felagið í skrivið í kvøld. Tað var annars í mai 2023 at StÍF gjørdi sáttmála við danan.

StÍF skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

Dan hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum og havt ábyrgdina av menningini á gentusíðuni.

Vit vilja takka Dan fyri tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri felagið, og ynskja honum bestu eydnu á hondbóltsyrkisleið hansara.

Felagið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, og vit kunna meira, so skjótt nýggjur venjari er funnin.