Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.11.2024 20:26

Rebekka til NSÍ

Mynd: NSÍ

NSÍ

Rebekka Fjallsá Benbakoura er 25 ár og hevur leikt øll síni ungdómsár við HB. Í 2014 leikti hon sínar fyrstu minuttir í bestu deildini hjá kvinnum.

Í 2019 vann Rebekka steypakappingina við HB. Á liðnum leiktu eisini Heidi, Sara og Julia Naomi.

Í 2023 skifti Rebekka til KÍ, har hon var við til at vinna FM.

Í 2024 skifti Rebekka til felagið GPO Kastorias, sum spælir í Grikkalandi. Í juli kom hon heim aftur til barndómsfelagið HB, har hon leikti restina av kappingarárinum.Rebekka hevur leikt 130 dystir í betri kvinnum, og skorað 70 mál.

Nú hevur hon so valt at skifta til NSÍ, og eru vit sera spent at síggja Rebekku í gulum.

Vælkomin Rebekka! 

Saman standa vit sterk!

Hagtøl eru lánd frá faroesoccer.com