Fyritøkan Sandship, sum eigur og rekur farmaskip og hevur høvuðsskrivstovu í Fuglafirði, keypti í oktober mánaði í ár eitt skip afturat.
Tá segði, Jørgen Jacobsen stjóri í Sandship, at tað var vaksandi eftirspurningur í útlandinum, sum gjørdi at felagið vaks um flotan.
Skipið er bygt í Hollandi í 2001 og hevur siglt undir navninum Hendrik S.
Í gjár boðaði Sandship frá, at skipið nú hevði fingið nýtt navn. Navnið er Vón Feeder. Eitt føroyskt navn við útlendskum “eftirnavnið”.
Harafturat verður skipið málað myrkablátt, sum eisini fer at verða liturin hjá skipunum í framtíðini.
Felagið sigur víðari, at Vón er eitt gamalt skipanavn sum hevur verði í felagnum fyrr og hevur ein jaligan týdning.
Vón verður samstundis “familju” navnið á skipum sum felagið eftir ætlan kemur at ogna sær frameftir.
Feeder skal vísa á at skipið eftir ætlan kemur at føra fóður frá framleiðslu og til flakarnar sum fóðra alibrúkunum.
Jørgin Jacobsen stjóri sigur, at skipið er í sera góðum standi, og verður umbygt til sjálvlossara, áðrenn tað kemur í sigling tíðliga í komandi árið.
Skipið verður innlima í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina FAS. Hetta verður sostatt 5 skipið í siðbundna felagnum í Fuglafirði sum varð stovnað í 1949 sum P/F Sandgrevstur.