EB/Streymur
EB/Streymur hevði aðalfund í dag, har m.a. nevndarval var á skránni.
Rógvi Egilstoft, formaður, Egil á Bø, næstformaður, og Judith í Skorini Jacobsen, nevndarlimur, stóðu fyri vali og ynsktu ikki afturval.
Í teirra stað vóru vald: Jóhannes Hansen, Sarita Vesturdal Vesturtún og Theodor í Búrsstovu. Djóni Eidesgaard og Beinta Lisberg stóðu ikki fyri vali, og halda tí fram komandi árið.
Sum titlakslimur vórðu vald: Guðrun Ejdesgaard og Jan Djurhuus.
Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Jóhannes Hansen sum formanni og Theodor í Búrstovu sum næstformanni.
Á myndini eru frá vinstru: Guðrun Ejdesgaard, tiltakslimur, Sarita Vesturdal Vesturtún, nevndarlimur, Jóhannes Hansen, formaður, Theodor í Búrstovu, næstformaður, Djóni Eidesgaard, nevndarlimur, og Beinta Lisberg, nevndarlimur. Jan Djurhuus, tiltakslimur, vantar á myndini.