Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.12.2024 08:46

Góður 30-ára vígsludagur

Mynd: Andri Gerðisá

Nes Prestagjald

Góð 400 fólk høvdu leitað sær í Fríðrikskirkjuna 1. sunnudag í advent. Dagurin sjálvur er merktur av fagnaði, tí adventin markerar, at farið verður undir nýtt kirkjuár. Eitt harrans náðiár.

Fyri kirkjufólkið í Nes kirkjusókn hevur dagurin eisini serstakan týdning, tí at 1. sunnudagur í advent er dagurin, tá ið Fríðrikskirkjan varð vígd.

Kirkjukórið og Barnakórið luttóku. Tummas L. Kannuberg, prestur, prædikaði og Ovi Brim, próstur, segði nøkur orð um kirkjuliðið og tænastur í kirkjuliðnum. Hetta var í sambandi við at fólk á degnum lótu kirkjuni og kirkjuliðnum skírnarminni – dópslappar – sum tey, ið doypt verða kunnu fáa við sær sum minni. Eisini varð kassi til hesar skírnarlappar latin kirkjuni.

Aftaná gudstænastuna vóru øll boðin til døgurða í kirkjukjallaranum, har myndir frá byggingini, prædikan, ið Jónsvein Bech helt í 1994 og bønin hjá Jákupi Kass vóru at síggja og lesa.

Myndir: Andri Gerðisá