Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin veksandi upp í frískan til hvassan vind, 10 til 15 m/s, og sum frá líður samdrigið og regn, í støðum vátakavi. Út á seinnapartin strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Seint seinnapartin støkkur hann vesturum til útsynning, vindurin minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og tað slítur í. Í kvøld og í nátt skiftandi skýloft og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin fer ættin niður í sunnan, og vindurin veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 8 stig.