NSÍ
NSÍ hevur sett Rúna Rasmussen sum venjara til 1. deildar liðið í felagnum. Rúni hevur mestsum verið ein fastur partur av ungdómsarbeiðinum hjá NSÍ síðani 2015. Hann hevur m.a. havt ábyrgdina av ungdómsliðum, menningarliðnum, og í seinni helvt av 2021 var hann hjálparvenjari hjá Betri liðnum hjá monnum. Í ár tók Rúni A-licens venjaraskeiðið hjá FSF.
Rúni hevur verið knýttur at úrvalsvenjingunum hjá FSF, og í ár var hann hjálparvenjari hjá U16 landsliðnum fyri dreingir.
Vit í NSÍ gleðast um, at Rúni kemur at hava ábyrgd av 1. deild, og samstundis framhaldandi kemur at vera partur av menningararbeiðinum í felagnum. Honum verður ynskt alt tað besta fyri komandi kappingarár.