Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.12.2024 23:42

Útskrift frá rokmikla býráðsfundurin á Glyvrum

Sitandi býráð í Runavíkar Kommunu. Elin Klein Joensen, næst uttast frá vinstru. Jonhard Danielsen, fjór uttast frá høgru (Mynd: Runavíkar Kommuna)

Tann 28. november varð seinasti býráðsfundur hjá sitandi býráð í Runavíkar Kommunu. Tann 1. januar tekur nýggja býráðið í kommununi við.

Tvey av teimum, sum ikki verða at síggja í nýggja býráðnum komandi ár, eru Elin Klein Joensen úr Oyndarfirði og Jonhard Danielsen úr Søldarfirði. Men av hvør sínum orsøkum.

Elin hevur valt ikki at stilla uppaftur, meðan Jonhard gjørdist akkurát ov stuttur at koma inn og hevur tí valt at kæra um valsvik.

Og tað vóru eisini tey bæði, sum á seinasta býráðsfundi, sendu nøkur hørð lýsingarorð og gleps eftir hvørjum ørðum, eftir 4 ár saman sum býráðslimir.

Ein heldur harður tóni teirra millum á ársins síðsta býráðsfundi.

Sí útskrift frá orðaskiftinum niðanfyri:

Elin Klein Joensen:

-Tú sigur at tað eru nógvir óðir oyndfirðingar á Facebook, sum hava motiv til at bróta inn og gera valsvik. Og tað skal eg verða erlig og indrømma, at eg varð nokk tann sum var allar óðast á Facebook í Oyndarfirði tað kvøldið. 

Men, harfrá, og so at fara og seta ein kross og bróta inn onkrastaðni og gita seg til hvar tað liggur, tað er rættuliga langt (úti)!

Eg kann eisini koyra 200 km/t eftir Fjøruvegnum, men tað ger man heldur ikki. Man hevur eitt innara kumpas um hvat er rætt og hvat er skeivt. Og valsvik vita øll, er skeivt. So tað er ikki nakað sum vanlig fólk gera also. 

Annars, so haldi eg, at tað er fínt at tað verður hugt eftir hesi mannagongdini. Vallógin sigur tað, at tá ið kommunan fevnir víða, so kann man gott avtala, at man koyrir tað út dagin eftir, (atkvøðuseðlarnir). Og tað var avtala morgunin fyri, herbeint. Og hetta er ganska vanlig mannagongd í Oyndarfirði, tað ger man til so sum hvørt val. At man bíðar til dagin eftir. 

Og eg haldi, at tað er fínt, at tað verður kanna orduligt, so at hesi fólkini kunnu blíva reinsa. 

Annars, so vil eg ynskja tær tillukku Jonhard Danislen, at tú fekst so nógvar atkvøður. Eg haldi faktiskt, at tað er ótrúligt, at tú fært yvir 100 atkvøður! 

Og eg eri faktikst komin til tað niðurstøðu, at tað eru fólk sum simpulten ikki vita hvat tað er sum tey velja, tá ið tey velja teg. Tí tað er simpulten so ótrúligt, í mínari verð, at tú fært so nógvar atkvøður.

Tí tú møtir illa upp! Tú kemur til fáar nevndarfundir! Og tú kemur til fáar býráðsfundir! 

Og fíggjarætlanin intereseraðar tær heldur ikki at gera. Og sjálvt tá ið tú kemur, so ert tú illa fyrireikaður!

Tú lesur ikki uppá málini. Og tú tímur sum regul heldur ikki eingongd at uppdatera skipaninar, har sum vit fáa málini inn. 

Faktiskt tað einasta, sum tú gert á fundi, tað er at leggja eftir politikarum og at leggja eftir umsitingini. Og tað gert tú fyrst á fundinum, og so gert tú tað annars alment á Facebook og R7, og hvat veit eg aftaná. 

Tú niðurgerð fólk persónliga og teirra arbeiði! Og hóttir við øllum møguligum! Og eingin sigur nakað ímóti. Tí eingin tímir at fara niður á títt lága støðið. 

Og so sigur tú, at øll hata teg! Men also, tú hevur verið óklárur við politikarar í tríggjar setur. Og øll umsiting. Og tú hoppar frá lista til lista!

Kanska er tað tíð at hyggja inneftir. Og kanska umhugsa, at tað er nakað galið við tær. 

Og eg haldi ikki, at eg havi nakað persónligt ímóti tær. Eg haldi vit hava klára fínt upp. 

Men eg haldi, at borgarin hevur fortjent betur, enn at tú skalt verða politikari tey næstu fýra árini. Og hesuferð virkar tað eisini sum at hægri maktir vóru uppií!

Eg haldi ikki, at tú ert nakar “vogtari” av demokratinum. Eg haldi, at tú ert eitt simpult klandrivætti! Og ein happari! Og nú ert tú eisini ein vánaligur tapari!

Og tað skulu nú nøkur erlig og ordulig fólk, sum bara hava gjørt sítt arbeiði, svíða fyri. Og einki fer at koma burturúr. 

Og hetta er Jonhard Danielsen í en “nøddeskal”! 

Takk fyri.

Jonhard Danielsen:

Eg má takka fyri orðini, tú gavst mær Elin. Og sum tú akkurát hevur lýst meg, so er tað orduliga harmuligt at tú ikki stillar uppaftur. Tí tað sær út sum, at kommunan hevur brúk fyri einum persóni sum tær!

Men uppgávan hjá okkum er ikki ar sita her og happa hvønn annan. Tað er tað slett ikki!

Eg havi bara tala at óskilið. Og rættiligum óskilið. Og tá ið tað kemur til, at seta Oyndarfjørð á skránna sum mál, so havi eg verið raskur at hjálpt oyndfirðingum. So kanska tí fái eg tríggjar stemmur har norðifrá. Eg burdi kanska havt fingið fleiri!

So eg farið ikki inn at brúka tíð upp hvat tú heldur persónligt um meg. Tað er í fínasta ordan. 

Men Dinna (Jensen) gav mær eitt skriv, at eg havi mist seks, ella at hesin stólurin hevur verið seks ferðir kaldur í tólv ár. Onkur av tykkum hevur verið meir enn seks ferðir (vekk) í eini setu. Tí eg havi havt umboð fyri meg. Fyrst varð tað Katrin Müller. Hon umboðaði meg, uttan at eg segði eitt orð um hvat hon skuldi gera. Síðani varð tað Elna Rasmussen. Og síðani var tað Reidar (F. Joensen). 

Og Reidar hevur hvussu umboða kommununa onkursvegna, tí hann er meldaður fyri at hava eina meining. Tað er at siga nakað til. Eg veit ikki um tú heldur at hatta er í ordan! 

Men eg havi so sagt alment, á almennum býráðsfundi, at skuldi eg valt nakran, hvissi eg ikki stillaði upp herbeint, so hevði tað verið Tórbjørn Jacobsen, sum fekk stemmuna hjá mær! Hann ger virkuliga okkurt. Tað kann man ikki siga um restina! 

Tit ánaðu ikki nakað sum helst, tá ið tit stóðu her til valstríðið. Einki. Null! 

Tað einasta sum er galið við Tórbjørn; tað sum hann burdi gjørt ein eftirmiddag, ornar hann ein fyrrapart. Og tað er vigtigt at hava ein mann sum ger nakað!

Hvissi tú følir tað, at tú hevur verið ein fantastiskur persónur sum hevur sitið har, so er tað fínt. 

Og eg ringdi til Tórbjørn hatta klokkuslettið sum eg sigi, og takka honum fyri tíðina. 

Tað er ikki soleiðis at eg gangið runt og hati fólk. So hava tit fingið tað at vita. 

Takk fyri.