Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.12.2024 09:26

Stormskaðar: Mennirnir eru úti í løtuni

Mynd: Eysturoyarportalurin

Soleiðis sigur átaksleiðarin í Eysturkommunu, Gunnar Olsen, tá ið vit stutt fáa fatur á honum í morgun. Tað er og hevur verið sera nógvur vindur, sigur hann og hevur illa tíð at tosa.

Vit hava verið 8 ferðir úti við sløkkiliðsbilnum sum eg havi skrásett. Tað snýr seg um hjalshurðarog neystahurðar sum eru farnar inn. Plattar og fiskakassar sum liggja og fúka í nógva vindinum. Vindskeiðir sum eru við at loysna o.a. Og so eisini eru takplátur loysnaðar á Tavuni í Leirvík, á einum sethúsum í Norðragøtu og á einum fjósið Millum Fjarða.

Tað snýr seg um skaðar í Leirvík, og í Syðrugøtu og ein í Norðragøtu.

Hóast tað, so vænti eg at tað eru nógv fleiri stormskaðar, sum vit enn ikki hava fingið inn ella hava skrásett enn. Tað fæst nokk eitt betur yvirblikk seinni út á dagin, sigur Gunnar Olsen at enda.

Spjaldur