Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.12.2024 11:28

Nakrir stormskaðar á Skála

Savnsmynd

Á Skála hevur eisini verið nógvur vindur. Serliga í nátt og í morgun hevur verið nógvur vindur og harðar hvirlur.

Vilhelm M. Olsen, tilbúgvingarleiðari hjá sløkkiliðnum av Skála, upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at ringasta ætt á Skála er útsynningur og útsynningur sunnan.

Hann sigur, at mennirnir fóru út kl. 03 í nátt og hava verið úti líka síðani. Tað byrjaði í Skálabotni har fleiri takplátur lógu og fuku í nógva vindinum.

Eisini vóru mennirnir bidnir um at koma at binda Akraberg, sum liggur á Skála, fastari og tryggja at hann ikki sleit.

Eisini eru nakrar vindskeiðir farnar í bydgini og seinast hann visti, so var ein takpláta farin av á skúlanum á Skála.

Spjaldur