Sunda Kommuna
Leygardagin 14. des. kl. 13.00 verður alment hátíðarhald við brúnna um Stóra, nú nýggja og snotiliga brúgvin er liðug og klár at taka í brúk.
Byrja verður á Streymnes síðuni, har Eiðis ljómfelag spælir og Jógvan Kruse sigur nøkur orð. Aftaná bandið er klipt, koyrur fyrsti bilurin um brúnna og í hølinum á honum ganga øll tey ið eru møtt upp. Mitt á brúnni steðga vit til eina felags mynd sum Kjartan Madsen tekur við dronuni (um veðrið er til tað).
Aftaná eru øll vælkomin inn í Hvalvíkar skúla til ein góðan drekkamunn við lagkøku.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.
Les eisini: (Video) Gamla brúgvin um Stórá tikin niður