Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.12.2024 00:23

Jólasangløta við Siloakórinum 18. des.

Sum undanfarnu mongu árini bjóðar Siloakórið í Fuglafirði til eina jólaliga sangløtu!

Jólasangløtan verður mikukvøldið 18. des. kl. 20 í Siloa.

Á skránni eru bæði gamlir og nýggir jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum – og frálíkum solorøddum og undirspæli.

Okkurt tónleikastykki verður eisini at hoyra, og felagssangur er somuleiðis á skránni.

Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.

Aftaná verður ein drekkamuður at fáa – og øll eru hjartaliga vælkomin.