Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.12.2024 18:11

Kristian Martin hevur skrivað undir nýggjan sáttmála

Skála ÍF

Kristian Martin Jakobsen, ið telist millum teir leikararnar, sum spældu flest minuttir í ár, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála

Fryntligi og hjálpsami strandingurin, 28 ára gamli Kristian Martin Jakobsen, skrivaði í 
gjárkvøldið undir nýggjan sáttmála.


Kristian Martin er skrásettur fyri 65 dystir og 4 mál í bestu deildini. Hann hevur umboðað 
Skála Ítróttarfelag alla sína yrkisleið, og frøðist felagið um at ein av stuðulsleikarunum 
tekur eitt tørn aftrat.


Dygdirnar hjá Kristian Martini røkka langt út um fótbóltsvøllin. Hann er altíð klárur við 
eini hjálpandi hond, tá felagið skipar fyri tiltøkum uttanfyri vøllin.


Vit eru sera fegin um, at Kristian Martin hevur valt at halda fram hjá okkum.