Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.12.2024 12:41

Sivert Høyem í Løkshøll

Tíðindaskriv

Fríggjakvøldið 28. februar kl. 20 fer norski Sivert Høyem at rúnarbinda við sínari kraftmiklu rødd og hugtakandi sangum í Løkshøll. 

Sivert Høyem er eitt av mest týðandi tónlistafólkunum í Noregi seinastu tvey áratíggjuni, bæði sum frontmaður í legendariska bólkinum Madrugada og sum solistur. Til hesa sjáldsomu og inniligu konsertina fer Høyem at framføra einsamallur á pallinum, og her kemur tú heilt tætt at ráa talentinum hjá einum av mest gávuríkunorsku sangskrivarunum.

Nýggjasta útgávan On an Island (2024), varð tikin upp í legendariska Zoar-kapellinum í Nyksund, og prógvaði enn einaferð, hví Høyem verður mettur at vera ein av teimum mest merkisverdu røddunum á norska rockpallinum.

Fløgan fekk rós frá ummælarum fyri ráa og sorgblíða vakurleikan, og gjørdist enn ein varði á longu og hugtakandi yrkisleiðini, bæði heima í Noregi og úti í heimi. 

Tónleikurin hjá Høyem verður lýstur sum tíðarleysur, sorgblíður, og við megi at flyta lurtaran til dramatisku landsløgini í Norðurnoregi, har vindarnir ýla, og næturnar eru langar. Við sangum sum Prisoner of the Road, Moon Landing, Into the Sea, og ikoniska Madrugada klassikaran Majesty, leggur hendan konsertin upp til eina uppliving í heimsklassa.

Miss ikki hendan sjáldsama møguleikan at uppliva kraftmiklu røddina og hugtakandi sangirnar hjá Sivert Høyem í einum inniligum umhvørvi í Løkshøll.