Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.12.2024 10:20

Skála brynjar seg til komandi kappingarár

Skála ÍF

Andreas Egeberg Jacobsen og Dávid Johansen hava skrivað undir tvey ára sáttmálar.

Kappingarárið 2024 hjá teimum báðum kviku, álopskendu leikarunum, Andreas og Dávid, varð tíverri í stóran mun merkt av skaðum. Vónandi og væntandi fáa teir ein størri leiklut komandi kappingarár.

Andreas er 25 ára gamal og Dávid 27. Báðir kunnu teir røkja flestu av teimum álopskendu plássunum, og eru báðir sera kvikir leikarar.

Andreas er skrásettur at hava leikt 136 dystir og hevur skotið 25 mál í ávikavist Betri deildini og 1. deild, hjá Dávid siga tølini 18 mál í 112 dystum.

Vit í felagnum gleðast um, at okkara evnaríku leikarar standa saman um felagið og vilja taka tøk saman við okkum í komandi tíðum. Aðrar undirskriftir eru eisini ávegis.